Týr
Ormurin Langi - 1320887
Viljið tær hoyra kvæði mítt
Viljið tær orðum trúgva
Um hann Ólav Trygvason
Hagar skal ríman snúgva
Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregis menn
Til Hildar ting
Knørrur varð gjørdur á Noregis landi
Gott var í honum evni;
Sjúti alin og fýra til
Var kjølurin millum stevna
Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregis menn
Til Hildar ting
Har kom maður á bergið oman
Við sterkum boga í hendi:
Jallurin av Ringaríki
Hann meg higar sendi
Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregis menn
Til Hildar ting
Einar skalt tú nevna meg
Væl kann boga spenna
Tambar eitur mín menski bogi
Ørvar drívur at renna
Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregis menn
Til Hildar ting
Hoyr tú tað, tú ungi maður
Vilt tú við mær fara
Tú skalt verða mín ørvargarpur
Ormin at forsvara
Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregis menn
Til Hildar ting
Gingu teir til strandar oman
Ríkir menn og reystir
Lunnar brustu og jørðin skalv
Teir drógu knørr úr neysti
Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregis menn
Til Hildar ting
Einar spenti triðja sinni
Ætlar jall at raka
Tá brast strongur av stáli stinna
Í boganum tók at braka
Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregis menn
Til Hildar ting
Allir hoyrdu strongin springa
Kongurin seg undrar
Hvat er tað á mínum skipi
So ógvuliga dundrar
Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregis menn
Til Hildar ting
Svaraði Einar Tambarskelvir
Kastar boga sín
Nú brast Noregi úr tínum hondum
Kongurin harri mín
Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregis menn
Til Hildar ting
Nú skal lætta ljóðið av
Eg kvøði ei longur á sinni
Nú skal taka upp annan tátt
Dreingir leggi í minnið
Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregis menn
Til Hildar ting